Kinesiskur ráðharri avvísir vápn til Russland

Kina hevur ikki ætlað sær at senda vápn til Russlands

 

Týska uttanríkisráðfrúan, Annalena Baerbock, hevur í dag vitja kinesiska uttanríkisráðharran, í Beijing. - Foto: Soeren Stache/Ritzau Scanpix

Tað legði kinesiski uttanríkisráðharrin, Qin Gang, dent á í dag í sambandi við vitjan hjá týsku uttanríksiráðfrúnni, Annalenu Baerbock.

Vitjanin var í høvuðsstaðnum Beijing.

– Vit senda ikki, og vit fara ikki at senda vápn til stríðandi partar, segði Qin Gang.

Mótsætt øðrum stórum valdsmiklum londum hevur Kina verið afturhaldandi við at fordøma russisku innrásina í Ukraina.

So seint sum fyri einum mánaðin síðani hittust kinesiski forsetin, Xi Jinping, og russiski forsetin, Vladimir Pturin, í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

Har løgdu báðir leiðararnir dent á góðu viðurskifti landanna millum.

/ritzau/dpa

 

Týska uttanríkisráðfrúan, Annalena Baerbock, hevur í dag vitja kinesiska uttanríkisráðharran, í Beijing. - Foto: Soeren Stache/Ritzau Scanpix