Kinesiskur mótarisi søkir um at sleppa á børsin í USA

NEW YORK: Kinesiska mótavirki Shein hevur í loyndum søkt um at verða børsskrásett í USA.

 

Tað skrivar The Wall Street Journal. Kinesiskir miðlar hava eisini viðgjørt málið.

Børsskrásetingin, sum kann gerast veruleika næsta ár, kann sambært blaðnum verða tann størsta av sínum slag í USA í fleiri ár.

Fyrr í ár var felagið virðissett til 66 milliardir dollarar – umleið 450 millardir í okkara krónum.

Bankarnir Goldman Sachs, JPMorgan Chase og Morgan Stanley hava fingið ábyrgdina av at fáa umsóknina upp á pláss.

Shein, sum varð stovnað í 2008, er kent fyri at selja nógv klæði fyri sera lágar prísir.

 

##med2##

Upp á stutta tíð hevur Shein staðfest seg sum eitt av heimsins størstu mótavirkjum við umframt at hava nógvar fyribils handlar bara at selja sína framleiðslu á internetinum.

/ritzau/