Kinesiskt bilmerki til Skandinavia

Kinesiska bilmerkið Great Wall kemur eftir ætlan til Danmarkar í 2011 ella 2012. Í hesum sambandi hevur International Motors Nordic AB í Svøríki, móðurfelag hjá Subaru Nordic AB, stovnað dótturfelagið Great Wall Motors Nordic AB, sum í september skrivaði undir eina avtalu við Great Wall Motors í Kina um sølu av bilum í Baltikum, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Norra. Í 2010 koma fyrstu Great Wall bilarnir til baltisku londini, og í 2011 og 2012 koma teir til skandinavia.

Great Wall Motor Company Ltd er ein altjóða bilverksmiðja, sum selur sínar bilar í umleið 120 londum og landslutum kring um í heiminum. Í fyritøkuni starvast meira enn 22.000 fólk, og framleiðslan er upp á 800.000 bilar um árið. Great Wall Motor Company er annars størsti framleiðarin av pickup og SUV í Kina.