Kinesiski verjumálaráðharrin á vitjan í Russlandi

Fundurin millum Vladimir Putin og Li Shangfu hevur verið í Moskva.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur í dag hitt kinesiska verjumálaráðharran, Li Shangfu.

 

Reuters endurgevur tíðindastovuna Tass fyri at siga, at fundurin teirra millum var í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. 

 

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitry Peskov, sigur, at talan var um ein arbeiðsfund og at meira verður at frætta seinni.

 

Tað eru nakrir dagar síðan, at kinesiski forsetin vitjaði russiska forsetan, og teir høvdu fleiri fundir sínámillum.