Kinesiski forsetin Xi Jinping hevur ætlanir um at fara til Russlands á ein toppfund við russiska forsetan, Vladimir Putin, ein av fyrstu mánaðunum.
Tað upplýsa keldur fyri amerikanska vinnulívsblaðnum Wall Street Journal.
Sambært amerikanska blaðnum skal ferðin verða ein roynd at fáa í lagt fleirpartasamráðingar um eina friðarloysn í Ukraina.
Kinesiski uttanríkisráðharrin Qin Gang sigur harumframt í eini røðu í Beijing, at Kina er sera stúrið fyri stríðnum í Ukraina, sum kann gerast alsamt verri og eisini »avsporað«.
Hann letur skilja, at Kina vil arbeiða saman við altjóða samfelagnum fyri at fremja samskifti.
Sambært AFP væntar hann, at Kina fer at leggja fram uppskot til eina politiska loysn.
Spenningarnir kring Ukraina eru øktir, og í USA er ótti fyri, at Kina fer at veita russarunum vápn – eitt ár eftir, at teir gjørdu innrás í Ukraina.
Á fundi í Moskva mánadagin boðaði kinesiski toppdiplomaturin Wang Yi, skrivaranum hjá russiska valdsmikla trygdarráðnum, Nikolaj Petrusjev, at hann er spentur upp á kjakið um trygd.
– Sambandið millum Kina og Russland eru á einum búnum støði. Tað er klettafast og kann standa ímóti einihvørji roynd í eini altjóða støðu undir broyting, segði Wang við »Kammerat« Patrusjev gjøgnum ein týðara í viðmerkingum, sum vórðu sendar í russiskum sjónvarpi.
Wang sigur eisini, at Russland og Kina eiga at menna nýggj felags fet, sum skulu skapa trygd fyri bæði londini. Hetta var ikki útgreinað meira.
Patrusjev, sum stendur Putin nær, segði við Wang, at sambondini til Beijing hava høvuðsraðfesting í russiska uttanríkispolitikkinum. Og at tey bæði londini mugu standa saman ímóti Vesturheiminum.
Tað hava verið frásøgnir um, at Kina veitir Russlandi vápn, men leiðslan í ES nevndini sigur, at tað eru ikki prógv fyri tí.
/ritzau/AFP











