Kinesiskar íløgur í Grikkalandi

Kinesarar fyrireika seg til at gera íløgur fyri fleiri milliardir evrur í Grikkalandi, skrivar bretska blaðið Financial Times, sum eisini veit at siga, at teir kinesisku íleggjararnir hava serliga áhuga fyri grikskum skipafeløgum, flutningsfyritøkum og floghavnum.

Blaðið skrivar, at kinesarar hava skrivað undir samstarvssáttmála upp á einar 500 milliónir evrur við grikskar skipasmiðjur.

Financial Times skrivar eisini, at tað almenna kinesiska skipafelagið Cosco hevur gjørt langttíðarsáttmála um at leiga eitt stórt havnarøki í Piræus. Sum skilst ætla kinesarar at brúka havnina sum miðstøð fyri kinesiska vøruflutninginum til londini á Balkan.