Vikuskiftið 6. til 8. februar verður kinesiski trúboðarin Bróður Yun (eisini kendur sum Himmalski maðurin) á vitjan í Føroyum.
Søgan um Himmalska mannin er bæði merkisverd og víðagitin. Orsaka av strongu reglunum í Kina um ”átrúnaðarligt virksemi” hevur hann verið fongslaður, avhoyrdur og píndur. Hann hevur tilsamans sitið í fongsli í umleið tíggju ár.
Hoyrdi Guds rødd
Eftir eina miseydnaða roynd at flýggja úr fongslinum, bleiv Yun sera illa viðfarin. Beinini vórðu knúst og hann lá hjálparleysur á gólvinum og kundi als ikki ganga. Men meðan hann var í hesi støðuni hoyrdi hann ein dagin í mai 1997 Guds rødd siga við seg: ”Reis teg. Tú skalt ikki longur vera her”.
Hann reistist tá og gekk út úr fongslinum – gjøgnum fýra hurðar og portur, framvið tíggjutals vápnaðum vaktum, sum eftir øllum at døma ikki sóu hann, og ikki fyrr enn hann stóð uttanfyri fongslið kom hann í tankar um, at hann átti ikki at kunna ganga. Tað sum síðani hendi, er frásagt í bókini ”Den himmelske mann”.
Yun hevur seinastu nógvu árini búð í Týsklandi, av tí at hann ikki kann kenna seg tryggan í Kina.
Á ferðini í Føroyum fer Bróður Yun at tala á hesum støðum:
Fríggjakvøldið 6. februar kl. 19:30 í missiónshúsinum Libanon í Sørvági,
leygarkvøldið 7. februar kl. 20 í Kelduni í Skálafirði,
sunnudagin 8. februar kl. 11 í Oasuni í Hoyvík
og sunnukvøldið 8. februar kl. 18 í Ebenezer í Havn