Kinesisk skip á land í ódnarveðri

Í minsta lagi fýra fiskimenn druknaðu, tá tvey kinesisk skip fóru á land við suðurkoreonsku oynna Jeju, tá melduródnin Bolaven herjaði har á leiðini í nátt. Annað skipið fekk so stóran skaða, at tað sakk.

Tað eydnaðist suðurkoreonsku sjóverjuni at bjarga 13 monnum av teimum kinesisku skipunum, men 12 eru ikki komnir afturíaftur.

Allir skúlar í Suðurkorea eru stongdir í dag, og nógvar flogferðir eru avlýstar. Seinni í dag fer melduródnin at herja Norðurkorea, sum frammanundan stríðist við stóra vatnflóð, skrivar Reuters.

Suðurkoreanska veðurtænastan sigur, at Bolaven er tann ringasta melduródnin í tíggju ár.