Ein fjølment kinesisk sendinevnd er í hesum døgum í Grønlandi og tingast við grønlendsk umboð um møguleikarnar fyri samstarvi landanna millum.
Níggju mans eru í sendinevndini, sum tilfeingismálaráðharrin, Xu Shaoshi, stendur á odda fyri. Hann skal millum annað tosa við Kuupik Kleist, landsstýrisformann. Í november í fjør var grønlendski starvsbróður hansara, Ove Karl Berthelsen, í Kina og ferðaðist.
Kina hevur millum annað víst áhuga fyri at taka lut í námsvinnu í Grønlandi, eins og landið hevur stóran áhuga fyri at fáa tættari samband við londini í tí arktiska økinum.









