Málið verður umrøtt á ríkisfundi í Føroyum annað vikuskiftið
Kina skal ikki reka tríggjar grønlendskar flogvallir, heldur framsøgumaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum í uttanríkismálum, Nick Hækkerup.
Grønland skal ansa sær, so tey ikki koma undir trýst úr Kina við at lata ein kinverkan byggiharra byggja tríggjar flogvøllir í Grønlandi.
Tað sigur framsøgumaðurin í uttanríkismálum, Nick Hækkerup, nú Fólkatingið í dag hevur ein fyrispruning til forsætisráðharrain, Lars Løkke Rasmussen, um ríkisfelagsskapin. Løkke hevur somuleiðis ávarað grønlendska landsstýrið í Politikkin.
– Grønlendingar skulu ikki samstarva við kinesarar. Teir skulu ansa sera væl eftir, at teir ikki koma í lumman hjá kinesarunum. Aðra staðni í heiminum hava vit sæð kinesarar brúka avtalur til gera sær dælt, sigur Nick Hækkerup.
– Tí skal Danmark vera við, um Grønland skal binda seg at kinesarum. Um tað bara snýr seg um at leggja asfalt á vøllin, so er tað nakað heilt annað, sum grønlendingar saktans kunnu orðna sjálvir, sigur hann.
Ætlanir eru at byggja 2.200 metrar langa flogvallarbreyt í býunum Nuuk og Ilulissat. Og í Qaqortoq í Suðurgrønlandi skal byggjast ein 1.500 metrar langur vøllur
Danska stjórnin ansar væl eftirmálinum í stóra kinesiksa byggifyritøkan, Communications Construction Company, er vald í undangóðkenning at bjóða upp á verkætlanirnar millum seks aðrar stórar byggifyritøkur.
Stjórnin hevur sambært sjálvstýrislógini ávirkan á mál í Grønlandi um uttanríkis- og trygdarpolitikk.
Lars Løkke Rasmussen ætlar at tosa um málið á ríkisfundinum, sum verður í Føroyum annað vikuskiftið, 11. og 12. juni millum forsætisráðharran, Kim Kielsen, landsstýrisformann og Aksel V. Johannsen, løgmann, sum verður vertur fyri fundinum. Lars Løkke Rasmussen nevnir møguleikan fyri, at Danmark kann verða við at fíggja verkætlanirnar í Grønlandi.
Danski Fólkaflokkurin er sera fegin um, at Løkke beinleiðis ávarar landsstýri um, »at tað kann ikki góðtakast, at so stór kommunist-kinesisk áhugamál eru uppi í«, sigur framsøgumaður floksins í uttanríkismálum, Søren Espersen.
– Um danska stjórnin ikki steðgar kinesiska virkseminum saman við grønlendska landsstýrinum beinanvein, so fara amerikanararnir at gera fyri okkum, sigur Søren Espersen.
Hann vísir til Monro-doktrinina hjá USA. Hon merkir, at Norður- og Suðuramerika eru ein amerikansk áhugaeind. Her skulu onnur stórveldi ikki blanda seg.
– Vit hava í fleiri mánaðir sagt, at vit sjálvi skapa vinnuáhugamál í Grønlandi, sigur Søren Espersen.
– Altso gera ein danskt-grønlendskan íløgugrunn, sum kann taka sær av slíkum stórum verkætanum og skapa tryggleika millum útlendskar íleggjarar.
/ritzau/