Royal Greenland hevur so stórar trupulleikar við at fáa fólk til fiskavirkið í Qasigiannguit, at fyritøkan noyðist skjótt at taka støðu til, um hon skal fara av landinum eftir arbeiðsmegi.
Tað skrivar Sermitsiaq, sum eisini veit at siga, at í høvuðsheitum er talan um at fáa kinesarar til Grønlands at arbeiða.
Ein annar møguleiki er at flyta ráfiskin til Pólands og at virka hann á virkinum, sum Royal Greenland hevur har.
Sermitsiaq skrivar, at trot á fólki til virkið í Qasigiannguit hevur gjørt, at Royal Greenland noyðist at flyta fisk til virkingar á øðrum virkjum.









