Kinesarar mintust blóðbað

Fleiri túsund fólk komu í gjár saman á Himmalska Friðartorginum í Bejiing at halda ársdagin fyri hópdrápið har á staðnum í 1989. Myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg til dagin. Nógv løgreglufólk vóru at síggja, at útlendsk ferðafólk máttu ígjøgnum serlig eftirlitsstøð fyri at sleppa inn á Himmalska Friðartorgið.

Kinesiska stjórnin vil ikki góðtaka, at fólk finnast at stýrinum, og tað seinasta hálva árið eru fleiri listafólk, rithøvundar og sakførarar settir í varðhald.

Í Hongkong hava fólk størri frælsi til at koma saman og at siga sína hugsan, og har vóru umleið 150.000 fólk komin saman at minnast blóðbaðið á Himmalska Friðartorginum í 1989.