Hann hevur átt AC Milan síðan 1986, men nú hevur fyrrverandi italski forsetin, Silvio Berlusconi, valt at skilja seg av við felagið. 80 ára gamli Berlusconi vann 29 steyp, harav fimm Champions League-steyp, við felagnum.
Samráðingar um yvirtøku av felagnum hava staðið á síðani síðsta summar, men loksins er tað vorðið greitt, at Sino-Europe Sports við ríkmanninum Yonghong Li á odda hevur keypt felagið fyri 5,5 milliardir krónur.
Stórar broytingar eru ávegis í AC Milan, sum ikki hevur staðið seg ítróttarliga síðstu árini, og væntað verður, at kendi ítróttarstjórin, Adriano Galliani, gevst, og heldur fer eftir at gerast forseti í italska fótbóltssambandinum.
AC Milan fær nú heilt nýggja keypiorku, og italskir miðlar hava longu nevnt Daniel Sturridge, Karim Benzema, Pierre-Emerick Aubameyang og Alvaro Morata sum møguligar nýggjar leikarar í felagnum.