Japonsku bilverksmiðjurnar Toyota og Nissan umhugsa at skerja teirra virksemi í Kina, tí at stríðið millum Japan og Kina um nakrar oyggjar hevur fingið kinesarar at keypa aðrar bilar enn teir japonsku.
Hjá Nissan í Kina høvdu starvsfólkini avtalað at halda frí ta fyrstu vikuna í oktober, men nú hevur leiðslan gjørt av at bjóða teimum at halda frí nakrar dagar eyka, tí minni er at gera. Toyota fer eisini at taka onkur tílík stig.
Í gjár hittust uttanríkisráðharrarnir úr Kina og Japan í New York, har teir eru á aðalfundi hjá ST, men sambært talsmonnum hjá pørtunum kom einki burtur úr fundinum.
Taiwan kannar sær eisini oyggjarnar, sum Japan og Kina stríðast um, og í gjár rak japanska sjóverjan taiwansk fiskiskip og vaktarskip burtur frá oyggjunum, eftir at partarnir høvdu spulað hvør annan við vatnkanónum.