Kinesiskir serfrøðingar eru í ferð við at kanna fylgisveinamyndir, sum sambært BBC vísa fleiri lutir, sum flóta har suðuri í Indiska Havinum. Sambært tíðindunum er ein av lutunum 22 ferðir 13 metrar stórur.
Tað var malaysiski flutningsmálaráðharrin, Hishammuddin Hussein, sum kom við upplýsingunum á tíðindafundi í morgun. Hann legði afturat, at fleiri skip eru farin at sigla ímóti staðnum, har lutirnir eru sæddir.
Kinesisku myndugleikarnir siga, at teir fara at koma við fleiri upplýsingum seinni í dag.
Malaysian Airlines-flogfarið hvarv tann 8. mars á veg úr Kuala Lumpur til Beijing við 239 fólkum umborð. Tey flestu vóru úr Kina.