Kinesarar flýggja undan ódnarveðri

Meiri enn 200.000 fólk har eysturi í Kina hava fingið boð um at fara burtur frá strondini, og fleiri túsund skip og bátar hava fingið boð um at skunda sær til lands. Orsøkin er, at tann tropiska ódnin Muifa er á veg ímóti kinesisku strondini. Á vegnum hagar hevur hon herjað eitt nú Taiwan og Filipsoyggjarnar, har hon kravdi fýra mannalív.

Kinesiska veðurstovan sigur, at Muifa kemur inn yvir kinesisku strondina mánamorgunin. Upprunaliga væntaðu veðurmenninir, at ódnarveðeið fór at raka stórbýin Shanghai, men tær seinastu forsagnirnar vísa, at býurin sleppur undan tí ringasta. Flogfeløgini hava kortini avlýst umleið 500 flogferðir til og úr býnum.