Endalig avtala er í dag gjørd millum Ford Motor Company og Zhejiang Geely í Kina, sum hevur yvirtikið Volvo Cars. Eftir samráðingar í fleiri mánaðir hevur kinesiska bilverksmiðjan Geely skrivað undir keypsavtalu um at yvirtaka svensku Volvo persónbilarnar frá Ford fyri 10 milliardir krónur.
Tað var í desember í fjør, at Ford boðaði frá, at Geely í Kina høvdu boðið upp á Volvo, sum Ford hevði lýst til sølu. Síðan hava samráðingar verið millum partarnar, og endaliga avtalan er nú komin upp á pláss.
Høvuðssætið hjá Volvo Cars verður framvegis í Göteborg, eins og framleiðslan av bilunum heldur fram í Svøríki og Hollandi, verður sagt í tíðindaskrivi frá Volvo Personvogne Danmark A/S.