Kina varðveitir deyðarevsingina

Hægstirættur í Kina sigur, at deyðarevsingin verður ikki tikin av í bræði Fleiri lond hava mótmælt teimum nógvu deyðadómunum og avrættingunum í Kina, men nú sigur Hægstirættur í Beijing, at deyðarevsingin verður ikki tikin av í bræði.

Hægstirættur sigur, at deyðarevsingin er gagnlig fyri tað kinesiska samfelagið, og harafturat hevur hon fyribyrgjandi ávirkan, sigur rætturin.

Einki land í heiminum hevur so nógvar deyðadómar sum Kina, og mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at millum 1.000 og 10.000 deyðadómar verða fullførdir á hvørjum ári.