Tað gekk, sum styrkistølini bendu á, at tað fór at gera, tá ið Føroyar í dag dystaðust ímóti Kina í talv olympiaduni í Baku í Aserbadjan.
Tað var serligur spenningur, um tað fór at eydnast Helga Dam Ziska at vinna úrtøku og harvið at taka seg nærri stórmeistaraheitinum. Helgi Dam Ziska tapti, og harvið noyddist hann fyri fyrstu ferð í hesi kappingini frá borðinum uttan at hava vunnið úrtøku. Yue Wang hevur styrkistalið 2737, meðan styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2546.
Helgi totaðist leingi, eftir at tað var greitt, at John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson høvdu tapt, men tað eydnaðist tíverri ikki fremsta føroyska telvaranum at vinna úrtøku, og so taptu Føroyar 4-0.
Tíggjunda og næstsíðsta umfar verður á middegi í morgin. Tá skulu Føroyar telva ímóti Bolivia, ið hevur tíggju dystarstig ella sama tal av dystarstigum sum Føroyar. Føroyingar hava vunnið átjan stig, meðan Bolivia hevur vunnið 21 stig.
Eingin av boliviansku telvarunum er stórmeistari. Styrkistalið hjá Jose Daniel Gemy á fyrsta borði er 2384. Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2546.