Tað vóru teir kinesisku myndugleikarnir, sum noyddu myndugleikarnar í Nepal at fara harðliga fram ímóti friðarligum mótmælisgongum hjá tibetbúgvum, sum búgva í Nepal. Teir útlagnu tibetbúgvarnir hava fleiri ferðir skipað fyri mótmælisgongum í nepalska høvuðsstaðnum Katmandu, men sambært mannarættindafelagsskapum hava nepalsku myndugleikarnir tikið fleiri teirra eftir trýsti úr Kina. Millum annað verður sagt, at fleiri av mótmælisfólkunum hava verið fyri kynsligum ágangi í varðhaldinum.
Tað búgva umleið 20.000 tibetbúgvar í Nepal. Talan er um fólk, sum flýddu úr Tibet aftan á tann miseydnaða uppreisturin ímóti Kina í 1959, og eftirkomarar teirra. Sambært mannarættindafelagsskapum eru meiri enn 8.300 tibetbúgvar tikinir í Nepal síðani tann 10. mars.