Tað ber longu til at nýta andlits lesara at opna fartelefonir, og eisini tá man ferðast gjøgnum flogvøllir runt ymsastaðni í Evropa. Men í Kina er tað gjørligt bæði á fartelefonum, flogvøllum, eins og tað verður brúkt í sjálvtøkum og enntá til handils.
Kina er sostatt fremsta landið í heiminum tá tað kemur til nýtslu av andlits lesara, kinesiska felagið YITU framleiðir andlits lesara saman vil tilgjørdum vitleika, ætlanin er at andlits lesarir gerast ein partur av daglig degnum. Í løtuni er gjørligt hjá andlits lesararanum at skilja andilts brá, hetta orsaka av tilgjørda vitleikanum sum er ein partur av menningini til andlits lesaran.
Kinesiska stjórnin hevur ætlanir at nýta hetta frambrotið at styrkja teirra eftirlitið í landinum, soleiðis at eftirlit er á øllum borgarum í øllum ríkinum við brúk av andlits lesaranum. Hetta ger tað gjørligt at fylgja við øllum borgarin ger, frá hvat hann følir til hvønn seksualitet borgarin hevur.
Í løtuni eru 170 milliónir eftirlits tól sett upp at fylgja við borgarum í landinum, ætlanin er at í 2021 skula tað vera umleið 570 milliónir eftirlits tól.
Hetta er ein ætlan fyri at styrkja um trygdina í landinum, tí um man einki hevur at goyma so hevur man heldur einki at vera bangin fyri.
Hendan samfelagsliga menningin innan trygd og eftirlit, kann vera umrødd í samband við teoriina hjá Jeremy Bentham, filosoffur frá 1700-1800 talinum, har hann umrøddi um Panopticon, sum tók støði í ótilvitaðaum sjálvs-eftirliti. Jeremy Bentham vildi vera við, at um man føldi at man var undir eftirliti allatíð, broytti man sín atburð soleiðis at man bleiv viðurkendur.
Soleiðis gerst Kina, í fylgi Jeremy Bentham, eitt land har borgarin gerst meira varðugur við sínum atburði orsaka av áhaldandi eftirlitinum.