Kina gjørdist tann stóri vinnarin á paralympisku leikunum í London, sum endaðu í kvøld.
Kinesararnir fingu ikki færri enn 95 gullmerki, 71 silvurmerki og 65 brosnumerki. Tað var langt niður til annað pláss, sum Russland fekk við 36 gullmerkjum. Á triðja plássi var Bretland við 34 gullmerkjum, Avstralia og Ukraina fingu hvør síni 32, og USA fekk 31.
Tann luttakarin, sum vann flest heiðursmerki, var tann avstralska svimjigentan Jacqueline Freney (myndin), sum vann átta gullmerkir í flokkinum SM7.