Kina fer nú undir eina stóra verkætlan við at byggja vindmyllur úti á sjónum. Tað segði Wang Jun, sum starvast í teirri almennu orkuumsitingini, á einari ráðstevnu í Shanghai. Hann segði, at Kina er alt ov heft av olju og koli, men tann myndin skal broytast nú, tí sambært teirri nýggju verkætlanini skulu 15 prosent av landsins orkunýtslu koma frá varandi orkukeldum um tíggju ár.
Michael McElroy, ið starvast á lærda Harward-háskúlanum í USA, segði á ráðstevnuni í Shanghai, at Kina hevur møguleikar at fáa sjey ferðir meiri orku frá vindmyllum, enn landið fær nú.
Kinesiska stjórnin hevur víst ætlanini um at seta nógvar vindmyllur upp á sjónum stóran ans. Wang Minhao, sum er varastjóri í orkuráðnum, sigur við tíðindastovurnar, at verður rætt atborið, kunnu kinesarar fáa 22,8 gigawatt burtur úr havvindmyllum í 2020.