Kina skrásetir fólk, sum stuðla loysing hjá Taiwan, sum kriminell fyri lívið.
Tað sigur ein talskvinna fyri stýrið viðvíkjandi Taiwan í Kina.
Tað er fyrstu ferð, at Kina sigur seg vilja revsa fólk, sum stýrið í Beijing metir at stuðla loysing í Taiwan.
Taiwan-skrivstovan í Kina hevur í dag sett nøvn á fyrstu persónarnar, sum verða førdir í skránna fyri kriminellar stuðlar hjá oyggjastatinum.
Tey verða lýst sum »treiskir stuðlar av loysing fyri Taiwan«. Tey sleppa ongantíð at vitja i Kina, Hongkong og Macau.
Tað er síðsta stigið í vaksandi kinesiska stríðnum ímóti Taiwan. Kinesiski forsetin Xi Jinping hevur lagt eina harða linju og hevur hótt við at hertaka Taiwan við valdi.
Tá kommunistarnir tóku valdið í kinesiska fastlandinum í 1949, flýddu tvær milliónir tjóðskaparfólk til Taiwan. Eftir fleiri ár við einaræðisvaldi hevur oyggin seinastu áratíggjuni men fult fólkaræði, og Taiwan virkar sum eitt sjálvstøðugt land.
Taiwan við 23,5 milliónum í búgvum er ein týðandi partur í heimshandlinum Tað snýr seg millum annað um framleiðslu av framkomnum kt-lutum.
Landið verður mett sum eitt av londunum, sum tøkniliga eru mest ment.
/ritzau/Reuters