Í morgun vita útlendskar tíðindastovur at siga, at Kina hevur sent bæði flogfør og skip móti økjum, sum liggja nær Taiwan.
Hetta hendir sambært útlendskum miðlum eftir, at USA hevur góðkent at selja Taiwan verjuvápn fyri eina hálva miljard dollarar.
Taiwanska verjumálaráðið sigur seg hava staðfest, at 32 kinesisk flogfør og níggju skip nú eru í einum øki nærindis oynni.
- Okkara svar er, at vit hava sent út stríðsflogfør, skip og rakettverjuskipanir, sigur verjumálaráðið á Taiwan.
Tað er norska Dagbladet, ið endurgevur aðrar útlendskar miðlar, sum bera hesi tíðindini í morgun.
Vit kunnu leggja aftrat, at Taiwan hevur 23,5 miljónir íbúgvar. Oyggin er 394 kilometrar long og 144 kilometrar breið, har hon er breiðast.
Taiwan-sundið millum oynna og kinesiska fastlandið er 220 kilometrar, har sundið er breiðast - og 130 kilometrar, har frástøðan er minst.
Í okkara parti av heiminum er Taiwan, sum hevur egna stjórn, ikki viðurkent sum sjálvstøðugt land, men verður roknað sum sjálvstýrandi partur av Kina.
Síðan 1996 hevur Taiwan, sum er nakað minni enn Danmark, havt demokratiskt stýri og fólkavaldan forseta.