Ein kinesiskur maður, sum er fyrst í 40-árunum, verður nú kannaður, eftir at hann hevði fingið álagt sótthald heima við hús í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing.
Tá maðurin ikki helt seg til galdandi koronu-reglur, gjørdu myndugleikarnir av at senda fleiri enn 5000 fólk í sóttarhald.
Tað skrivar bretska ávísin, The Guardian.
Í dag sigur ein kinesiskur tænastumaður, at maðurin, sum varð biðin um at fara í sóttarhald, tí illgruni var um korona, eitt nú hevði verið í einari keypsmiðstøð hin 23. mai.
Kinesisku myndugleikarnir halda upp á, at maðurin, meðan hann skuldi havt verið í sóttarhaldi, fleiri ferðir var ymsastaðni úti á almennum støðum millum onnur.
Fáar dagar efti, at hann skuldi verið farin í heimauppihald, fingu bæði hann og konan staðfest koronu.
The Guardian veit at siga, at kinesisku myndugleikarnir nú hava kravt, at 258 fólk, sum búgva í sama bygningin sum hin smittaði, skulu á eina miðstøð, sum verður brúkt í samband við sóttarhald.
- Haraftrat eru fleiri enn 5000 fólk biðin um at fara í heimauppihald, sigur tænastumaðurin, sum bretska ávísin hevur skift orð við.