Kina krevur frið í Sýrialandi nú

Kinesiska uttanríkisráðið sigur nú, at ein kinesiskur diplomatur hevur verið í Sýrialandi og biðið Bashar al-Assad, forseta steðga harðskapinum alt fyri eitt.

Diplomaturin gjørdi eisini sýriska forsetanum greitt, at Kina tekur undir við, at stýrið í Damaskus skal samráðast við uppreistrarmenninar. Kina er av teirri áskoðan, at ST ella Arabiska Samgongan skal virka sum millummaður ella semingsmaður millum partarnar.

Eygleiðarar siga, at ferðin hjá tí kinesiska diplomatinum er ein seinasta roynd hjá kinesisku leiðsluni at vísa aftur vesturlendsku og arabisku skuldsetingunum um, at Kina og Russland verja sýriska forsetan. Tey bæði londini brúktu í síðsta mánað sýtingarrættin í ST ímóti einum arabiskum uppskoti, sum millum annað kravdi sýriska forsetan frá.

ST sigur, at meiri enn 7.500 fólk hava latið lív í Sýrialandi, síðani mótmælini ímóti stýrinum byrjaðu seinasta vár.