Kinesiska herleiðslan er sera misnøgd við, at amerikanararnir hava játtað at nútímansgera F16-stríðsflogførini hjá Taiwan. Talsmaðurin hjá verjumálaráðnum í Beijing sigur, at amerikanska avgerðin er eitt grovt álop á kinesisk áhugamál og ger seg inn á landsins trygd.
Kinesiska uttanríkisráðið sigur, at amerikanska tilboðið um at nútímansgera taiwanska flogvápnið kann forða fyri royndunum at menna samstarvið millum Kina og USA, og at USA ber einsamalt ábyrgdina av hesum.
Taiwan hevur 146 flogfør av slagnum F16, og tað fer at kosta góðar fimm milliardir dollarar at nútímansgera tey, skrivar Reuters.