Kina hótti Føroyar fyri tryggja Huawei sáttmála

Kinesiski sendiharrin hótti Føroyar við at droppa handilsavtalu, um Huawei ikki fekk sáttmála

Kinesiski sendiharrin í Danmark, Feng Tie, gav sambært Berlingske 11. november landsstýrinum greið boð:

Um Føroya Tele ikki valdi kinesiska telerisan Huawei sum veitara av 5G netinum, kunnu Kina og Føroyar ikki gera nakra fríhandilsavtalu. Um ikki, kunnu Føroyar gloyma alt um eina avtalau.

Tað kom fram í nógv umrøddu ljóðupptøkuni, sambært Berlingske. Tað framgongu ikki, um Berlingske hevur hoyrt sjálva ljóðupptøkuna.

Kinesiska kravið er sambært danska blaðnum sett Jenis av Rana, uttanríkisráðharra, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra og Bárði Nielsen, løgmanni.

Tað var mánadagin í síðstu viku, at fútabann varð sett fyri ljóðupptøkuni 20 minuttir áðrenn Dagur og Vika skuldi fara í luftina.

Sambært Berlingske framgongur av ljóðbrotinum, at Bárður Nielsen, løgmaður, avvísti at blanda seg í, hvørjum Føroyar Tele keypir frá.

 

/ritzau/