Nú fólkatalið í heiminum nærkast sjey milliardum, skriva fjølmiðlarnir í Kina, at myndugleikarnir har hava gjørt av at varðveita politikkin, sum sigur, at hjún skulu bara hava eitt barn. Hendan reglan hevur verið galdandi síðani 1979, og kinesiskir serfrøðingar siga, at hevði reglan ikki verið, høvdu næstan ein hálv milliard fleiri børn verið fødd í Kina síðani.
Men reglan hevur eisini elvt til trupulleikar. Eitt nú eru fleiri gentubørn fyribeind, tí foreldrini heldur vildu hava ein son, og ein avleiðing av tí er, at tað eru munandi fleiri dreingir enn gentur í Kina.
ST sigur, at heimsbúgvi nr. 7.000.000.000 kemur í verðina í morgin, og at tað verður ein kinesari.