Teir fýra dagarnar kinesiski forsetin var í Danmark, skrivaðu danskar og kinesiskar fyritøkur undir sáttmálar av ymsum slagi fyri einar 18 milliardir krónur tilsamans. Men sambært einari uppgerð hjá Information var tað kinesararnir, sum gjørdu kvettið og ikki danir.
Blaðið vísir á, at meginparturin av teimum 18 milliardunum eru íløgur, sum danskar fyritøkur hava avtalað at gera í Kina. Harafturímóti eru tær kinesisku íløgurnar í Danmark nakrar fáar hundrað milliónir krónur.
Nis Høyrup Christensen, sum er Kina-ráðgevi hjá danska ídnaðarfelagnum, er ikki nøgdur við úrslitið. Hann sigur tað vera ein trupulleika, at kinesarar ikki gera fleiri íløgur í Danmark, og harafturat er tað eisini ein trupulleiki, at Kina ikki hevur víst Danmark áhuga fyrr enn nú.
Kanningar hjá danska ídnaðarfelagnum vísa, at tær donsku íløgurnar uttanlands eru 300 milliardir krónur størri enn tær útlendsku íløgurnar í Danmark. Nis Høyrup Christensen ásannar í samrøðu við DR, at gongdin við teimum donsku íløgunum er tann sama sum aðrastaðni, og at tað er Kina, sum dregur.
-Kina er sum ein magnet, tá tað snýr seg um íløgur, sigur hann.