The University of Nottingham í Ningbo í Kina er ein spennandi lestarmøguleiki, sum eisini føroyingar eiga at umhugsa. Tað heldur Holger Arnbjerg, leiðari fyri altjóða skrivstovuni hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Á tí ensktmælta universitetinum, sum hevur tvey føroysk lesandi, eru 25 prosent av næmingunum útlendingar, sum eru komnir til Kina at lesa hægri lestur.
Í morgin, mikudagin skipar Altjóða Skrivstovan fyri einum kunnandi tiltaki, sum verður í gróthúsinum í J.C. Svabosgøtu 14 í Havn. Har fer Gethin Roberts, dekanur á University of Nottingham at greiða frá møguleikanum hjá føroyingum at taka hægri lestur á The University of Nottingham í Ningbo í Kina.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Holger Arnbjerg, sum var á Rás2 ígjár.