Tað verður ein fyrrverandi GÍ spælari, sum næsta kappingarár fer at hava ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá Víkingi.
Víkingur sigur á heimasíðu síni, at Kim Petersen skal venja liðið í 1. deild í 2012. Lagt verður aftrat, at Kim Petersen hevur verið sera virkin í Víkingi, síðani felagið sá dagsins ljós. Hann hevur verið ungdómsvenjari, samstundis sum hann hevur verið í holtur við venjaraútbúgvingarnar, sum FSF skipar fyri.
Síðsta kappingarár vandi Kim Petersen smádreingirnar hjá Víkingi, og nú skal hann altso taka sær av næstbesta liðnum.
Í Víkingi undirstrika teir aftur og aftur, at tað ræður um í yngru deildunum at gera nógv við at menna spælarar soleiðis, at felagið sjálvt er ført fyri at syrgja fyri tilgongd av góðum spælarum til besta liðið.
Í flestu førum er tað á liðnum í 1. deild, at spælararnir eftir ungdómsárini stríðast fyri at vinna sær pláss á besta liðnum. Í farna kappingarári endaði næstbesta Víkinga liðið á sjeynda plássi í 1. deild. Liðið vann 9 dystir, spældi 4 javnar og tapti 14 dystir. Úrtøkan var 31 stig við málmuninum 48-58.
Merkisvert var tað, at 1. deildarliðið hjá Víkingi fyri tað mesta var mannað við ungum spælarum úr Leirvík og Gøtu. Tað er væl hugsandi, at onkrir av hesum næsta kappingarár vera við í kappingini um plássini á besta liðnum.
Næstbesta liðið hjá Víkingi eigur heimavøll í Leirvík, og har verður tað næsta kappingarár 47 ára gamli Kim Petersen, sum fer at hava ábyrgdina.










