Kim Simonsen næstan 2 milliónir í granskingarstuðli

Kim Simonsen, mag.art, hevur fingið játtað 1.9 mió. kr. úr danska Granskingarráðnum fyri mentan og samskifti - Forskningsrådet for Kultur og Kommunikation. Játtanin er til verkætlan við heitinum ?At erindre nationen - Atlas over litteraturens rolle som skaber af færøsk erindringspolitik og dens sociale betydning for fremkomsten af færøsk litterær kulturel nationalisme 1817-1888?.

Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvussu bólkar og tjóðir umskipa og fyrisita teirra minni um fortíðar viðurskifti. Ætlanin er at vísa, hvønn týdning eldri bókmentir hava havt fyri skapanina av føroyskari minnismentan og fyri minnis- og samleikapolitikkin í 20. øld. Verkætlanin fer fram á Institut for Kultur og Identitet á Roskilde Universitetscenter. Hetta veit Granskingarráðið frá at siga.