At USA fær nýggjan forseta við Joe Biden fer ikki at broya landsins viðurskifti við stýrið í Norðurkorea. USA fer framhaldandi at vera størsti fíggindin hjá Norðurkorea.
Tað sigur norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, í eini røðu á flokskongress í Pyongyang.
– Líka mikið hvør hevur valdið í USA, so fer víðgongdi politikkurin mótvegis Norðurkorea ongantíð at broytast, sigur hann sambært ríkistíðindastovuni KCNA.
Um viðurskiftini millum londini bæði skulu bøtast, mugu Hvítu Húsini steðga síni fíggindaligu fatan av okkum, sigur Kim Jong-un.
Donald Trump og Kim Jong-un hava havt nakrar fundir, har amerikanski forsetin uttan úrslit hevur roynt at fáa Norðurkorea at gevast við kjarnorkuvápnaætlanunum.
Men samrøðunar steðgaðu eftir toppfundin millum teir báðar í Vietnam í februar í 2019, sum vóru úrslitaleysar.
Joe Biden, sum verður innsettur sum forseti 20. januar, segði í oktober, at hann bara fer at hitta Kim Jong-un við teimum treytum, at Norðurkorea steðgar kjarnorkuvápnaætlanum sínum.
So tykist ikki at fara at vera.
Kom Jong-un hevur á floksfundi boðað frá, at Norðurkorea fer at menna landsins kjarnorkuvápn eins og at økja um gransking og menning av framkomnum vápnaskipanum.
Tað verður gjørt fyri at klára at vera »fyribyrgjandi« ella at fremja »hevndarálop«, upplýsir Kim Jong-un.
Norðurkorea er í ferð við at bøta um royndir og framleiðslu av ymsum nýggjum vápnum. Harímillum eina rakett, sum kann løðast við ymsum spreingihøvdum, njósnarafylgisveinum ella dronum. Ein menningarætlan fyri at byggja kjarnorkuriknar kavbátar er eisini við at vera komin á mál sambært Kim Jong-un.
– Kim vísir, hvat hann hevur í kvittanum. Kavbátarakettir, bøttar interkontinentalar balistiskar rakettir og onnur framkomin vápn, sigur Yoo Ho-yeol, professari í norðurkoreanskari granski við Korea Universitet í Seoul í Suðurkorea.
– Hann letur skilja, at tað er hetta, sum Washington kann vænta sær, sum kann økja spenningin millum londini bæði, ella tað letur dyrnar upp fyri samrøðum, sigur Yoo Ho-yeol.
Amerikanska stjórnin hevur ikki viðmerkt hetta.
Tiltøk frá ST trygdarráðnum hava í fleiri ár verið ímóti Norðurkorea vegna landsins kjarnorkuvápnaætlanir og royndarspreingingum við ballistiskum rakettum.
/ritzau/Reuters