Kim Larsen er í Føroyum, eins og í Danmark, fólkaogn. Hann er ikki óroyndur í filmheiminum. Í áttatiárunum skrivaði og leikaði hann í filminum ?Midt om natten?.
Nú skal hann aftur royna seg. Klaus Riffbjerg hevur lokkað Kim Larsen at leika við í einum nýggjum filmi, ið eisini hevur tónleik við.
Talan er um film hjá ungum og óroyndum leikstjóra, ið ger sín fyrsta film. Tað er Dariuz Z. Steiness, ið ætlar at gera film, ið nevnist ?Charlie Butterfly?.
Filmurin skal takast upp í Polen.