Kim Larsen aftur á palli

Eftur krabbasjúku, fór Larsen í kvøld aftur á pall.

Í januar komu boðini um, at Kim Larsen hevði prostatakrabba.

 

 

Vetrarferðin varð avlýst, og nógvar konsertir harvið avlýstar. Kim Larsen hevur sagt, at hann fór at hvíla og koma fyri seg aftur, og herfyri legði hann mynd úr venjingarhølunum út á sín fb-vanga.

 

 

Og í kvøld hevur Kim Larsen aftur verið á palli, og harvið hevur hann sett hol á summarkonsertferðina.

 

 

Sambært donskum miðlum var tað ein Kim Larsen í góðum formi, ið gjørdi "come back" í kvøld í Nyborg.