Einaræðisharrin í Norðurkorea, Kim Jong-il, doyði leygardagin. Almenna sjónvarpið sigur, at tann 69 ára gamli Kím fekk ein hjartatilburð á einari tokferð.
Kim Jong-il hevur havt heilsutrupulleikar, síðani hann fekk ein blóðtøpp fyri trimum árum síðani.
Almenna sjónvarpið heitti í morgun á fólkið um at styðja tann nýggja leiðaran, Kim Jong-Un, sum er sonur Kim Jong-il, ið stýrdi Norðurkorea við harðari hond síðani 1994.