Mánakvøldið samtykti kommunustýrið í Sunda kommunu, at kommunan ikki longur skal vera stýrd av bygarráð. Nú eitur kommunustýrð býráð.
Tað kunnu kommunur gera, tá ið íbúgvaratalið er oman fyri 1500. Í Sunda kommunu búgva umleið 1655 fólk.
Orsøkin til navnabroytingina er ikki, at Sunda kommuna vil teljast millum tey stóru.
- Fyri meg er tað líka mikið, um ta eitur bygdaráð ella býráð. Orsøkin er tann einfalda, at fyri at kunna víga fólk skal tað vera eitt býráð, sigur Kim Durhuus.
Tað er onkuntíð hent, at borgarstjórin í Sunda kommunu er biðin um at víga fólk.
Nú kann hann átaka sær uppgávuna.