Fyrrverandi suðurkoreanski forsetin Kim Dae-jung er deyður eftir at hava ligið á sjúkrahúsi teir seinastu mánaðirnar við lungnabruna. Hann bleiv 85 ár. Kim Dae-jung verður roknaður sum ein av undangongumonnunum fyri demokratii í Asia.
Í seksti- og sjeytiárunum stóð hann á odda fyri andstøðuni í Suðurkorea, sum tá hevði hernaðarstýri, og hann sat fleiri ferðir í fongsli og húsavarðhaldi.
Í 1998 varð hann valdur til landsins forseta, og í 2000 tók hann stig til ein søguligan toppfund við Norðurkorea. Tað var hann Nobel-friðarheiðurslønina fyri seinni.