Norðurkoreonsku myndugleikarnir boðaðu í gjár frá, at landsins leiðari, Kim Jong-il, er batnaður, eftir at hann fekk ein hjartatilburð í síðstu viku.
Seinasta týsdag hátíðarhildu norðurkoreanar, at 60 ár vóru liðin, síðani lýðveldið var skipað, og tá var tann 66 ára gamli leiðarin ikki hjástaddur undir tí almenna hátíðarhaldinum í høvuðsstaðnum Pyongyang. Almenningurin í Norðurkorea hevur ikki fingið bakrar upplýsingar um heilsuna hjá leiðaranum, tí málið er als ikki nevnt í fjølmiðlunum.
Kim Jong-il hevur verið leiðari í Norðurkorea síðani 1994, tá hann tók við eftir pápan.









