Kili vann 3-1 á Avstralia

Kili lá á odda 2-0 longu eftir 14 minuttirs spæl

Annar dysturin í bólki B millum Kili og Avstralia er júst liðugur, og endaði dysturin við einum 3-1 sigri til Kili. 

 

Byrjaðu sum eitt ódnarveður

 

Kilenarar byrjaðu, sum eitt ódnarveður, og longu aftaná 14 minuttirs spæl vóru suðuramerikanarnir á odda 2-0. Fyrra málið, sum fall í 12. minutti var ein beinleiðis forering frá avstraliumonnum. Málverjin hjá Avstralia, Mat Ryan var fangaður í ongamanna-landi, og Barcelona-spælarin hjá Kili, Alexis Sanchez gagnnýtti óskilið í avstralsku verjuni, og legði Kili á odda. 

 

Bara 70 sekund seinni gjørdist mótbrekkan veruliga brøtt hjá avstraliumonnum. Jorge Valdiva skoraði eitt framúr vakurt mál, eftir eina góða sending frá Alexis Sanchez. Við brotsteigarmarkið sendi Jorge Valdiva bóltin í einum vøkrum boða upp í nettakið hjá Avstralia. 

 

Skorað í trimum endaspølum

 

Nú skuldi ein trúð, at Avstralia fall í fátt, men soleiðis var ikki. Í 35. minutti fekk Tim Cahill spenning aftur í dystin. Søguligi toppskjúttin hjá Avstralia náddi hægri í einum luftdysti, enn verjuspælarin hjá Cardiff, Gary Medel, og stútaði bóltin hegnisliga í netið til 2-1, og spenningur kom aftur í dystin. Umframt at verða søguligur toppskjútti hjá Avstralia, so hevur Tim Cahill nú skorað í trimum HM-endaspølum.

 

Sigurin seint staðfestur

 

Bæði liðini vóru málsøkin í seinna hálvleiki. Í 62. minutti var nær við, at Kili økti til 3-1, men Alex Wilkinson megnaði at beina bóltin burtur áðrenn bólturin fór innum strikuna. Máltøknin á staðnum prógvaði eisini, at bólturin var ikki inni. Avstraliumenn høvdu eisini nakrar góðar royndir í seinna hálvleiki.

 

Tveir minuttir inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Kili tó sigurin. Jean Beausejour skeyt eitt dundurskot frá 20 metra fjarstøðu. Hann fangaði bóltin, aftaná, at Mat Ryan í avstralska málinum hevði bjargað einari góðari roynd.

 

Úrslitið ber við sær, at nú er veruliga trýst á Spania, áðrenn dystin ímóti Kili hósdagin. Um málmunurin verður avgerandi, so er spaniumenn í ringum skørum, aftaná knúsandi 1-5 ósigurin ímóti Niðurlondum fyrr í kvøld. 

 

Kili-Avstralia 3-1 (2-1)

 

1-0 Alexix Sanchez (12.)

2-0 Jorge Valdivia (14.)

2-1 Tim Cahill (35.)

3-1 Jean Beausejour  (90+2.)

 

Støðan í bólki B :

 

1. Niðurlond  1  5-1  3 stig

2. Kili  1  2-1  3 stig

----------------------------

3. Avstralia  1  1-2  0 stig

4. Spania  1  1-5  0 stig