Heimsins næststørsti útflytari av aldum laksi er hoknaður í knøunum. 6000 størv eru horvin síðan 2007, og útflutta nøgdin minkar góð 30 prosent í ár. ILA er orsøkin Kili hevur í mong ár verið næststørsti útflytarin av aldum laksi, men eftir øllum at døma er henda vinnan í svárum trupulleikum í løtuni.
Í 2008 útflutti Kili fyri metstór 445.000 tons av laksi og sílum, vert júst undir 2,8 milliardir dollarar. Hetta er, í mun til tey 397.000 tonsini sum vórðu útflutt í 2007, serliga orsakað av at alarar eru farnir tíðliga í gongd við slakti, til tess at sleppa undan herviligu ILA sjúkuni, ið eisini hevur havt føroysku alivinnuna á knøunum.
Av tí sama væntar SalmonChile at útflutningurin fer at minka við umleið 30 prosentum í 2009, orsakað av at hol koma í alingina. Tað sama verður væntað av 2010, og ikki fyrr enn í 2011 vænta teir, at útflutningurin kemur upp aftur.
Ógvusliga afturstigið fyri kilensku alivinnuna hevur, síðan sjúkan fyrstu ferð varð staðfest har í 2007, ført við sær, at 6000 fólk eru uppsøgd í alivinnuni.
Av tí at kilenski útflutningurin av aldum laksi og sílum stendur fyri stórum bakkasti, vænta serfrøðingar at prísurin á aldum laksi og sílum fer at halda sær uppi komandi tíðina.
Kelda: www.guardian.co.uk