Vit føroyingar gera so nógv kiksað, at meir enn ríkiligt er at taka av til ársins ólavsøkukabarett, siga tey sjey frísku sprundini, sum hava kannað sær kabarettina í ár
- Hugsið tykkum - Miðaldrandi politikarar, sum knappliga spæla ungir og smartir við popputum valsangum! Hvussu kiksað kann tað blíva?
Tær sjey dámurnar, sum mannað ólavsøkukabarettina í ár, eru um at skrædna av látri, nú tær eru í ferð við at trimma seinastu sketjirnar til kabarettina.
- Heilt erligt. Vit føroyingar gera also ótrúliga nógv tápuligt og láturligt, sum næstan biður um at koma við í eina kabarett, eru tær sjey púra samdar um.
Og nokk er at taka av. Valstríðið, tunlarumblið og rokið á einum ávísum sjúkrahúsi er bara nakað av tí, sum stendur fyri skoti.
Sjálvar siga tær seg ongin mørk at hava, um bara hugskotið riggar á palli.
Hinvegin kunnu tær ikki vissa um, at tær ikki fara um mørkini hjá onkrum av áskoðararnum ...
Tær sjey, sum hava yvirtikið ólavsøkukabarettina í ár, eru:
Tjóðhild Patursson
Durita Dahl Andreassen
Marita Svartá
Mariann Hansen
Barbara Hentze í Stórustovu
Lisa í Dali
Rakul Thomsen
Les prát við frísku sprundini í Sosialinum í kvøld










