Komandi sunnudag verður kirkjukonsert í Fuglafjarðar kirkju klokkan sekstan. Tað eru kór í Eysturoynni, ið syngja. Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, kórleiðari Mikael J. Heinesen. Kór Glyvra kirkju, kórleiðari Meinhard Bjartalíð. Kórið hjá Jóhan, kórleiðari Jóhan Mortensen. Eystanljóð(Gøta/Leirvík), kórleiðari, Petur Martin Johannesen. Fuglafjarðar sangkór, kórleiðari Frits Johannesen. Einir 150 sangarar vera við í hesum átaki. Kórini syngja sálmar, várløg og klassisk løg við t. d. orgulfylgisspæli og trompet, og tey syngja bæði einsæris og saman. Heðin Kambsdal spælir orgul og Rúni Hentze trompet.