KÍF-VÍF á FM1 klokkan 20 í kvøld

Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan verður leikt í Kollafirði í kvøld

Í kvøld klokkan 20 verður triðja og avgerandi FM-hálvfinalan í Burn mansdeildini millum KÍF og VÍF leikt í høllini í Kollafirði. 

 

Farna hóskvøld vann VÍF 27-26 á KÍF í Kollafirði, og farna sunnukvøld vann KÍF 34-32 á VÍF í Vestmanna aftaná longda leiktíð.

 

FM1 sendir beinleiðis frá avgerandi dystinum í Kollafirði. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo