Tað vóru kollfirðingar og vestmenningar, ið stóðu seg best, tá KÍF seinnapartin skipaði fyri eini lítlari hondbóltskapping í ítróttarhøllini í Kollafirði millum fýra av liðunum, roknast kann við í vetur.
Øll fýra liðini spældu eina ferð ímóti hvørjumøðrum í dystum, sum vóru tvær ferðir 20 minuttir hvør, og tá avtornaði, høvdu KÍF og VÍF vunnið hvør sínar tveir dystir, og Kyndil og H71 høvdu vunnið hvør sín.
Soleiðis sum reglurnar vóru skrúvaðar saman, stendur KÍF sum vinnari av síni egnu kapping við sama stigatali sum VÍF, men nógv betri málmuni, ið varð vunnin við greiðu sigrunum á H71 og Kyndli.
Úrslitini í kappingini vóru hesi:
VÍF-KÍF 26-24
H71-Kyndil 19-16
KÍF-H71 22-15
Kyndil-VÍF 19-15
VÍF-H71 20-19
KÍF-Kyndil 22-18
Um eina viku verða stórsteypadystirnir hjá bæði kvinnum og monnum, har dystirnir eru ávikavist Neistin-Kyndil og KÍF-H71, so ikki er óhugsandi, at onnur lið tá velja at spæla aðrar dystir.
Hjá monnum kundi ein møguleiki verið at spælt eina líknandi kapping, har StÍF, Neistin og Team Klaksvík sluppu upp í part, tí tey vóru ikki við í kappingini í Kollafirði í dag.