Bólkaspælið í steypakappingunum hjá bæði monnum og kvinnum eru býtt upp í tveir bólkar. Í kvøld blivu tveir dystir spældir í hvør sínum mansbólki.
Í Kollafirði tók KÍF ímóti Neistanum. Hesi lið hittust eisini í Kollafirði farna sunnudag, og tá vann KÍF ein trivaligan sigur, 26-19. Tað var tó meira veiggj í neistamonnum í kvøld.
Dysturin var sera tættur, og helst iðrar Neistin seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna. Tá ið átta minuttir vóru eftir var Neistin á odda við heili seks málum, men kortini eydnaðist tað onkursvegna KÍF at fáa úrtøku úr dystinum. Dysturin endaði 26-26. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Neistan.
Hetta var fyrsti dystur í bólki 2 í steypakappingini hjá monnum. Team Klaksvík og VÍF eru eisini við í hesum bólki, men hava ikki spælt enn.
Málskjúttarnir í dystinum síggjast niðanfyri:
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Andrias Nielsen 6, Tony Weyhe 5, Fríði Weyhe 4, Teitur Joensen 2 og Rúni Joensen 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 9, John í Innistovu 6, Terji Mørk 3, Teis Horn Rasmussen 3, Jugoslav Djumic 2, Andras Joensen 1, Sjúrður Thomassen 1 og Herbjørn Lava 1.