Hondbóltskappingin byrjaði aftur um vikuskiftið, og í Atlantic Airways-kappingini løgdu kollfirðingar út sum eitt óløgi, tá teir leygardagin vunnu 34-13 á Team Klaksvík.
Í gjár var gamli klassikarin millum menninar hjá Kyndli og VÍF á skránni, og hann livdi upp til heitið, tí ikki fyrr enn í síðstu løtu fall avgerðin, og Kyndil vann 30-29.
Triði mansdysturin var á Skála, har StÍF og H71 møttust, og eisini har bleiv úrslitið 30-29, men við útiliðnum, H71, sum vinnara.
Í Elektron-kappingini hjá kvinnum vóru tveir dystir, og í Havn kom Kyndil væl frá byrjan og vann við seks málum á VÍF, 19-13.
Hin kvinnudysturin var í Klaksvík millum Stjørnuna og VB, og har vísti Stjørnan seg at hava mest í sær til endans og vann 21-18.