KÍF er einsamalt oddalið

KÍF hevur í kvøld vunnið á VÍF í Vestmanna

Kollfirðingar hava í kvøld vunnið 31-26 á VÍF í høllini í Vestmanna. Sigurin merkir, at KÍF hevur tvey stig fleiri enn VÍF, sum er nummar tvey.

 

Tað vóru nakrir spælisjúkir kollfirðingar, sum í kvøld vístu uppvísningshondbólt í løtum í Vestmanna. Fleiri ferðir vístu teir yvirskot við at skjóta flott mál, sum heilt víst eru vand.

 

Í fyrra hálvleiki var at kalla ongin munur, men tíðliga í seinna hálvleiki kom KÍF í 5. gear, meðan gearstongin hjá VÍF illa vildi úr triðja gear'i. Tríggjar útvísingar til Filip Jojic gjørdi, at hann ongan lut tók í dystinum seinasta korterið.

Nicklas Selvig var dagins spælari við níggju málum og fleiri hegnisligum uppleggum.

 

VÍF - KÍF: 26-31 (15-17)

Málskjúttar:

VÍF: Sámal Joensen 9, Julian Olsen 6, Filip Jojic 3, Agnar Joensen 2, Sámal Jákup Djurhuus 2, Áki Egilsnes 1, Bjarni Djurhuus 1, Sjúrður Nielsen 1, Áki G. Olsen 1

KÍF: Nicklas Selvig 9, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rógvi Weyhe 4, Tony Weyhe 3, Magnus Muller 3, Andrias Nielsen 2, Rasmus Junker 2, Rúni Joensen 2

 

Atlantic Airways deildin:

Støðan:

1.     KÍF 12 (Stig)

2.     VÍF 10

3.     H71 8

4.     Neistin 8

5.     Kyndil 6

6.     StÍF 4

7.     Team Klaksvík 2

 

Liðugt: KÍF vinnur 31-26. Seinasta málið er enn eitt sokalla "flúgvara mál", har Nicklas Selvig spælir bóltin upp á tvørs til Rúna Joensen, sum kann skjóta bóltin í eitt púra opið mál.

58.min: (26-30) So fall avgerðin. VÍF brennur í álopspartinum, meðan Áki Egilsnes fær tveir minuttir í hinum endanum fyri at fella Andrias Nielsen.

56.min: (25-30): Munurin hevur verið niðri á fýra málum, men nú hevru VÍF brent tveir stórar møguleikar, meðan KÍF revsar við mótálopi.

52.min: (24-29): VÍF hevur sína bestu løtu í seinna hálvleiki. Sjúrður Nielsen og Sámal Joensen skjóta mál, so munurin nú er niðri á fimm málum. Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF, kvittar við at taka time out. Helst fyri at fáa skil upp á verjupartin aftur.

46.min: (20-26) Stór ónøgd í høllini í Vestmanna, tá Filip Jojic aftur verður útvístur. Tað er triðja útvísingin, so hann kemur ikki á vøllin aftur í kvøld. Hesa ferð fyri at rena hondina í andlitið á Rasmus Junker. KÍF hevur framvegis yvirtakið.

41.min: (16-21) KÍF skorar eitt tað besta málið higartil í kvøld, tá Nicklas Selvig spælir Hans Eli Sigurbjørnsson púra leysan til ein sokallaðan "flúgvara", har avleveringin liggur inn í brotsteigin. Síðani kemur Hans Eli hoppandi inn í feltið og loftar bóltinum og skjýtur hann í málið.

Stutt eftir tekur Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, time out.

37.min: (15-20) Filip Jojic fær tveir minuttir og fyrrverandi VÍF spælarin, Magnus Muller skorar til 20-15 til KÍF, sum er omaná í løtuni.

 

Seinni hálvleikur:

 

Hálvleikur: 15-17: KÍF vinnur fyrra hálvleik við tveimum málum. Í seinasta sekundinum av fyrra hálvleiki megnar VÍF at minka um munin við skjótálopi.

Málskjúttar:

VÍF: Julian Olsen 5, Sámal Joensen 5, Filip Jojic 2, Bjarni Djurhuus 1, Agnar Joensen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1

KÍF: Nicklas Selvig 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Rógvi Weyhe 2, Andrias Nielsen 1, Magnus Muller 1, Tony Weyhe 1

27.min: (13-14): Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF tekur time-out. Liðini halda fram við at fylgjast. Tað at kalla ongin munur á liðnum.

20.min: (11-12): Talan er um ein rættan mannfólkadyst í Vestmanna. Liðini fylgjast og skifta um at skjóta mál.

 

Fyrri hálvleikur:

 

Undan dystinum:

Tað er satt oddabrak í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld. Í Vestmanna tekur VÍF móti KÍF. Liðini eru ávíkavist nummar tvey og eitt Atlantic Airways deildini.

 

VÍF og KÍF hava spælt ein dyst í landskappingini í ár. Tann dystin vann KÍF 30-27 í høllini í Kollafirði.

 

In.fo fylgir gongdini í dystinum millum oddaliðini í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20.00.